Síðsta vikuskifti varð herverk framt á listaverkið ?Kosmiska rúmið? hjá Trónda Paturssyni, sum stendur á Norðurbryggjuni í Keymannahavn. ?Kosmiska rúmið hjá Trónda Paturssyni er tíverri lukkað vegna herverk?.
Soleiðis stóð í vikuni at lesa við inngongdina til sermerkta listaverkið á Norðurbryggjuni, ið vanliga lokkar nógv vitjandi á gátt.
Tá starvsfólk á Bryggjuni komu til arbeiðis mánamorgunin varnaðust tey, at hurðin inn til ?Kosmiska rúmið? var brotin upp. Inni í rúminum sløddust glaspetti á gólvinum, ið stavaðu frá einum stórum holi í eini av spegilsplátunum uppi undir loftinum.
Enn vistu starvsfólkini ikki at siga, hvussu skaðin kann bøtast aftur, ella hvat tað fer at kosta.
Íblásturin til ?Kosmiska rúmið? fekk Tróndur Patursson eina myrka nátt á havinum, tá báturin, hann og aðrir vóru í, var um at søkka, og hav og himmal stóðu í einum.
Tað er hendan kenslan av at vera staddur í einum óendaligum rúmi, ið Tróndur Patursson hevur lagt seg eftir at endurskapa í sínum glas- og spegilsinstallatiónum í ?Kosmiska rúminum?