Herverk á kirkjugørðum



Herverk í kirkjugørðum er ein vaksandi trupulleiki í Danmark, og úrslitið kann væl gerast, at kirkjugarðar framyvir verða læstir. Í 2005 vóru 29 kirkjugarðar fyri herverki, ímeðan talið fyri 2007 var komið heilt upp á 45. Á teimum 45 kirkjugørðunum varð í gjøgnumsnitt ein gravsteinur oyðilagdur um dagin. Á Bispebjerg kirkjugarði hava mongu herverkstilburðirnir nú fingið avleiðingar, soeleiðis, at garðurin nú bert er opin ávísa tíð á degnum, vaktir eru á varðhaldi alt døgnið, umframt at videokamera eru sett upp ymsa staðni í garðinum. Umhugsað verður nú at gera tað sama á fleiri av hinum kirkjugørðum.