Í farnu viku skoraði Liverpool-álopsspælari Peter Crouch tvey mál í Champions League dystinum ímóti Galatasaray. Men samstundis gjørdu tjóðar seg inn á heimið hjá honum. Teir brutu inn, stjólu ymsar lutir og ein bil, og tað, sum teir ikki tóku við sær, brutu teir. Tað eru bara nakrir fáir dagar síðani, at ein annar Liverpool-spælari, danin Daniel Agger, hevði innbrot í sínum heimi, og tá vóru tveir bilar og eitt sjónvarp stolið.