Herverk í Háskúlanum

Fríggjakvøldið var herverk úti í Háskúlanum á Hornabø. Ein pulvursløkkjari varð tømdur um stórar partar av skúlanum

Fríggjanáttina fekk politiið í Havn fráboðan um herverk á Føroya Fólkaháskúla úti í Hornabø í Havn.
Fýra ungir mans høvdu sproytað og tømt ein pulvursløkkjara út um ítróttarhøllina, seymistovuna og á hurðarnar har.
Teir skulu gjalda endurgjald fyri herverkið og sak verður skrivað um málið.

Onnur herverk

Eisini aðrastaðni í býnum hava herverk verið. Á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin í Havn hevði onkur brotið ein rút í høvuðshurðini. Rúturin var sparkaður inn, men politiið hevur ongar upplýsingar um gerningsmannin.
Leygarnáttina var eisini ófriður á Argjavegnum. Nakrir mans vóru niðri á støðni, har teir sparkaðu og ristu í lyktapelar fyri antin at fáa teir at lýsa eitt løgið blátt ljós ella fyri at fáa skammlop í. Politiið kom á staðið og tosaði við ungu menninar.
Um eitt tíðina somu nátt varð boðað frá larmi í Vesturgøtu. Har var tað ein, sum hevði innflytingarveitslu, sum hevði hug til at hava tónleikin ov hart frá. Politiið fór á staðið og gav viðkomandi boð um at skrúva eitt sindur niður, so grannarnir kundu fáa náttarfrið.