Á heimasíðu sínari skrivar kommunan, at tað hevur verið ein afturvendandi trupulleiki við herverki á kommunalar ognir, og í ár er fleiri ferðir framt herverk á gøtulyktirnar, sum standa framvið gongugøtuni millum Streymnes og Hvalvík. Tilsamans hevur kommunan nú áleið 30 ferðir verði noydd, at skifta lyktirnar tí persónar hava framt herverk á tær.
Støðan er ikki haldbar og tí verður málið nú tikið upp. Hendir herverk aftur á lyktirnar, so verður málið meldað til løgregluna. Í ringasta føri verður kommunan noydd at taka ljósini burtur.
Kommunan vil tí fegin hava at vita frá fólki, um tey halda seg vita hvørjir persónarnir eru, sum fremja herverkið. Fólk verða biðin um, at boða frá hjá kommununi á telefon.: 667271.











