Herverk framt á Handilskjarnan í Havn

Um klokkan eitt í leygarnáttina varð herverk framt á Handilskjarnan. Tríggir mans knústu ein stóran handilsrút og runnu síðan avstað.

Bert hálvan tíma seinni varð ein rútur somuleiðis knústur í Litaval í J.C. Svabosgøtu:
- Alt bendir á, at tað eru teir somu menninir, ið hava knúst báðar rútarnar. Vit vita, hvørjir teir eru, og teir verða skuldsettir fyri herverk, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.