Herverk á fleiri bilar í Hoyvík

Hava fólk sæð okkurt til tað, frættir løgreglan fegin frá teimum

Í gjár varð ringt til løgregluna at boða frá, at bilurin hevði verið fyri herverkið. Men tað vísti seg skjótt, at hetta var ikki einasta dømi um herverk á bilar, tí síðani hevur løgreglan nú hava tvey fólk afturat ringt til løgregluna at melda, at bilur teirra hevur verið fyri herverkið. Bilarnir hava fingið stórar skøvur í motorlúkuna, og aðrastaðni.

Men løgreglan sigur, at tað er ikki óhugsandi, at onkur fer at ringja til teirra afturat um tað sama.

Talan er um bilar sum stóðu parkeraðir á økinum við Løgmannabreyt og har um vegir, og løgreglan sigur, at herverkið er helst gjørt eina ferð í farnu viku, kanska frá hósdegnum og nakrar dagar fram.

Løgreglan stendur mestsum á berum, so tey siga, at er tað nakar, ið hevur varnast okkurt, ið kann hava samband við herverkini, frætta tey fegin frá teimum.