Herverk á fleiri bilar

Tað hevur verið rættiliga friðarligt í høvuðsstaðnum um vikuskiftið. Kortini hava fleiri bilar ikki fingið frið fyri ótangum.

Løgreglan í Havn hevur um vikuskifti fingið fleiri fráboðanir frá bæði bileigarum og bilsølumonnum um herverk á ognarlutir teirra.

- Slík herverk henda av og á, men hetta vikuskiftið var heldur meiri enn vanligt av slíkum, sigur vakthavandi á Politistøðini.

Í einum føri hava ótangar framt herverk móti fleiri bilum í sama øki. Umframt at hava gjørt skeinur á bilarnar, hava teir eisini gjørt rættiliga umfatandi herverk inni í sjálvum bilunum.

Á eini bilsølu kundi eigarin somuleiðis staðfesta, at fleiri av hansara bilum hava verið offur fyri herverki um vikuskiftið.