HERVERK: Tað kemur javnan fyri, at rútarnir á busskýlum kring landið verða knústir. Eisini finna summi fragd í at gera seg inn á rundkoyringar um næturnar við stórum akførum, sum seta djúp spor eftir sær í svørðin. - Hesar hendingar hava verið afturvendandi í longri tíð. Vit royna at halda tingini í góðum standi, og tí er tað spell, at onkur á slíkan hátt ger seg inn á hetta, sigur Árni Jacobsen, økisleiðari á Landsverki við heimasíðuna hjá Landsverki.
Hann sigur, at stovnurin hevur meldað onkrar av tilburðunum til løgregluna, men ásannar, at tað kann vera torført hjá løgregluni at finna tey seku í slíkum førum. Landsverk heitir tí eisini á fólk um at boða Landsverki ella løgregluni frá beinanvegin, um tey vita nakað um hesar hendingar.
- Tað er spell og kostnaðarmikið, at landsins ognir verða viðfarnar á slíkan hátt, sigur Árni Jacobsen, og vísir á ein annan trupulleika fram við landsvegunum.
Hann sigur, at fólk á Landsverki brúka eisini nógva orku upp á at taka órudd upp fram við vegjaðaranum. Eisini í tunlunum kring landið.
- Serliga hevur tað vundið upp á seg at tveita pitsabakkar út ígjøgnum bilvindeygað og á tann hátt sleppa sær av við teir, sigur Árni Jacobsen við heimasíðuna hjá Landsverki.