Herverk á Badmintonhøllina

Fyrranáttina hava nakrir ótangar verið upp á spæl í Gundadali.

 

Við spraydósum eru teir farnir til verka á Badmintonhøllina og hava meiggjað tveir veggir til.

 

Dan Veihe, námsfrøðingur í Frítíðarskúlanum í Badmintonhøllini, sigur, at hann gongur regluliga runt um húsið og kannar, hvussu sær út. Tá hann kom til arbeiðiðs í gjáramorgunin var veggurin meiggjaður út og seinni fann hann tríggjar spraydósir eisini.

- Tað er ómetaliga keðiligt, tí børnini í Frítíðarskúlanum spæla her og okkurt av tí, sum er teknað og skrivað á veggin er ikki júst borðbart, sigur hann. Fleiri murtar eru teknaðir á húsaveggin, umframt at orð sum mogghøvd og annað eru skrivaði.

 

Jan M. Laursen, sum er leiðari av Badmintonhøllini og frítíðarskúlanum í Badmintonhøllini, harmast eisini um herverkið.

- Hetta oyðileggur okkara nærumhvørvi og eg als ikki nakað, við ynskja. Hetta er jú spæliplássið hjá børnunum í frítíðarskúlanum, sigur hann.

 

Tað eru næmingarnir í 1. og 2. flokki í Sankta Frans skúla, sum eru í frítíðarskúlanum í Badmintonhøllini. Børnini eru millum 7 og 10 ár.

 

- Tann ella tey, ið hevur gjørt hetta, eru vælkomin oman aftur at rudda upp eftir sær. Vit kunnu gott gera klútar og annað klárt hjá teimum at brúka, sigur Jan M. Laursen.