Herverk á apotekinum

 Sunnunáttina var herverk við apotekið í Runavík. Har høvdu ótangar brotið einar 10 av útilyktunum uttanfyri apotekið. Løgreglan kom á staðið, men hevur ongan undir illgruna.

Annars verða tveir mans skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. Tað hendi eftir eitt óhapp við Shell støðina í Gøtudali, har ein bilur rendi á ein lyktapela. Tveir mans vóru í bilinum, men tað hevur ikki eydnast at staðfesta, hvør koyrdi. Tí er blóðroynd tikin av báðum monnum og fyribils verða teir nú eisini báðir skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.