Um hálvgum tíggjutíðina gjáramorgunin fekk løgreglan eina fráboðan um, at herverk varð gjørt á ein bil á Sandvíkarhjalla. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at allir rútarnnir í bilinum vóru knústir. Um onkur hevur sæð ella veitt eitthvørt, so vil løgreglan sera fegin frætta.
Seinni fekk løgreglan aftur eina fráboðan um herverk á ein bil. Har var ein steinur tveittur í forrútin á bilinum, sum brotnaði. Eigarin hevði hoyrt og sæð ein persón runnið frá staðnum. Hetta var í einum íbúðarøki.
Eingin er tikið fyri herverkið, men illgruni er til onkran, og tað verður kannað nærri, sigur vaktleiðarin.











