Ikki færri enn sjey bilar hava verið úti fyri herverki í høvuðsstaðnum um vikuskiftið. Í báðum førum er herverkið hent um náttina.
Í dag vórðu tvey herverksmál meldað. Hetta var í Vørsluni og í C. Pløyens gøtu, har onkur hevði brotið speglini av tveimum bilum.
Í gjár vóru fimm onnur mál meldað. Tá hevði onkur havt til frægd at skræða viskararnar av fimm bilum, sum stóðu parkeraðir í Heygskróki.
Løgreglan sigur, at tey gera tað, tey kunnu av kanningum í slíkum málum, men tað er trupult at loysa málini, um eingin hevur sæð nakað farið fram.
Løgreglan sigur víðari, at tey ikki vita, um tað er sama gerningsfólk í øllum sjey førunum – ella um talan er um ymsar persónar.