Herverk

Fleiri herverk hava verið í høvuðsstaðnum um vikuskiftið. Talan er einamest um herverk á bilar.
Sunnukvøldið var herverk framt á ein bil uttan fyri Badmintonhøllina. Bilurin varð buglaður, og ein hjólskál brotin.
Herverk varð somuleiðis framt á ein rennigravara hjá kommununi, sum stóð í Steinatúni. Har var ein rútur brotin í hurðini. Fólk sóu gerningsmannin og greiddu so mikið væl frá, hvussu hann sá út, at løgreglan seinni tók hann. Hann viðgekk seg sekan og fær allarhelst eitt endurgjaldskrav frá kommununi og eina bót.
Leygardagin var eisini eitt herverk í Liðagøtu. Har vóru blinkiljós á einum bili brotin, og nummarplátan var samankrúllað.
Tíðliga leygarmorgunin boðaði onkur frá, at tveir rútar vóru brotnir í dómshúsinum. Har eru nú plátir neglaðir fyri, og løgreglan veit onki meira sum nú er.