Hervaldið fer við pengunum til almanna- og heilsumál

Amerikonsku hernaðarútreiðslurnar eru økltar 45 prosent, síðani George W. Bush tók við.

Næsta ár skal USA brúka 439,3 milliardir dollarar til hernaðarmál. Tað stendur í fíggjarlógaruppskotinum, sum forsetin hevur lagt fram. Útreiðslurnar eru sjey prosent størri enn í ár, og tað ber í sær, at síðani Bush tók við, eru útreiðslurnar til hernaðarmál øktar 45 prosent, skrivar Reuters.

Kortini umfatar talið ikki allar útreiðslurnar til hernaðarmál, tí útreiðslurnar til herdeildirnar í Irak og Afghanistan verða lutvíst fíggjaðar við eykajáttanum ígjøgnum árið.

Tann stóri vøksturin ger, at stjórnin noyðist at spara á øðrum økjum, og tað eru serliga heilsuverkið og almannaverkið, sum skulu spara, men onnur øki sum skúli, samferðsla og landbúnaður missa eisini nógv. Tey atfinningarsomu siga tað vera serliga óheppið, at sparingarnar taka heilsuverkið so meint, tí tað rakar serliga tey fátæku børnini.

Tað eru ikki bara demokratarnir, sum eru misnøgdir, tí fleiri av floksfeløgunum hjá forsetanum halda politikkin vera skeivan.

-Hetta er einki minni enn ein gøla, sigur republikanski senatorurin Arlem Specter, og floksfelagið hansara, Olympia Snow, senatorur, sigur við Reuters, at hon er sera vónsvikin av, at forsetin skerjir so nógv innan heilsumál.

Kongressval verður í november, og eygleiðarar siga, at fíggjarlógaruppskotið kann koma fleiri av teimum republikonsku valevnunum illa við. Teir vísa eisini á, at tær flestu ábøturnar, sum forsetin fyrr hevur lovað á tí innanríkispolitiska økinum, eru lagdar til viks, og at lyftið hansara um skattalætta, sum sambært forsetanum sjálvum var tað týdningarmesta, verður ikki tikið upp á tunguna longur.