Hervør og Høgni eru aftur

Í nýggju lesibókini Hervør og Høgni í triðja verður miðja móti, at næmingarnir brúka allar sansir, meðan tey lesa

Ein fløga fylgir við bókini, har allur teksturin er lisin inn. Á hendan hátt kunnu næmingarnir brúka allar sansir, meðan teir lesa og lurta, so lesiupplivingin verður tess størri.

Bókin fylgir Hervør og Høgna og teirra vinum gjøgnum eitt skúlaár og ymsu árstíðirnar.

Í bókini eru ymisk tekstasløg. Summir partar eru ætlaðir til næmingin at lesa uppá heima og so lesa aftur í skúlanum. Aðrir partar eru ætlaðir at viðgera í skúlanum, til dømis sangir, uppskriftir av ymsum slag og tekstir um fiskar.

Til bókina eru tvær arbeiðsbøkur, ið flestu næmingar kunnu arbeiða sjálvstøðugt við.