Herovastin, Prayuth Chanocha, generalur, segði í einari fráboðan í sjónvarpinum, at herurin hevur tikið valdið fyri at tryggja viðurskiftini í landinum.
Sambært Reuters segði generalurin, at valdsskiftið fer ikki at ávirka viðurskiftini millum Teiland og umheimin.
Stutt frammanundan fráboðanini høvdu hermenn tikið andstøðuleiðaran Suthep Thaugsuban, sum sat á einum politiskum fundi. Tíðindastovurnar skriva, at fleiri hundrað hermenn høvdu kringsett fundarstaðið.
Andstøðuleiðarin hevur staðið á odda fyri mótmælum ímóti stjórnini teir seinastu seks mánaðirnar.