Herurin skal steðga ágangi

Forsetin í Suðurafrika, Thabo Mbeki, hevur nú fingið nóg mikið av harkaliðunum, sum jagstra og gera seg inn á fólk, sum eru komin til Suðurafrika úr øðrum londum í Afrika. Summar keldur siga, at umleið 40 fremmandafólk hava latið lív í áganginum. Tað er serliga í stórbýunum Johannesburg og Durban, at harkalið hava gjørt seg inn á fremmandafólk, og ágangurin hevur verið so ógvusligur, at meiri enn 20.000 fólk hava tikið til rýmingar. Nú hevur forsetin sent herin eftir ófriðarkroppunum, og tað er sambært Reuters fyrstu ferð, at suðurafrikanski herurin verður brúktur til at tryggja frið í landinum.