Herurin skal eisini stýra Norðurkorea

Tann ungi Kim Jong-un sleppur ikki at stýra Norðurkorea einsamallur. Ístaðin fyri skal hann stýra saman við herinum og Jang Song-thaek, sum er giftur við systir Kim Jong-il.

Tað sigur ein kelda, sum hevur gott samband við stýrið í Norðurkorea og ta kinesisku leiðsluna, við tíðindastovuna Reuters. Hetta er tann sama keldan, sum avdúkaði, at Norðurkorea fyrireikaði eina kjarnorkuroyndarspreinging í 2006. Ta ferðina segði keldan satt.

Keldan veit eisini at siga, at tann 65 ára gamli Jang Song-thaek var skjótur at tryggja sær størri ávirkan, tá Kim Jong-il fekk ein hjartatilburð í 2008.

Serfrøðingar siga, at viðurskiftini í Norðurkorea tykjast vera trygg, tí at herurin eftir øllum at døma styðjar Kim Jong-un.