Síðani seinna heimsbardaga hevur japanska grundlógin forðað fyri, at landið kann senda hermenn uttanlands, men nú er líkt til, at hetta verður broytt. Í gjár samtykti yvirhúsið í tjóðartinginum at broyta grundlógina, so japanskir hermenn kunnu taka lut í altjóða tiltøkum so sum friðarvarðveitandi arbeiði. Fyrr hevur undirhúsið tikið somu støðu, og ætlanin er nú at leggja spurningin fyri japanska fólkið á einari fólkaatkvøðu.