Tað egyptiska sjónvarpið sigur í morgun, at tað ovasta hernaðarráðið hevur kunngjørt eini boð, sum siga, at ráðið hevur yvirtikið eftirlitið við landsins lóggevandi valdi. Sambært eygleiðarum merkir tað í roynd og veeru, at herurin hevur tað veruliga valið í landinum.
-Í nátt hevur herurin broytt stýrisskipanina, og tað kann tykjast undranarvert, at hetta er hent, júst sum alt bendir á, at hansara harðasti politiski mótstøðupartur,Tann Muslimski Bróðurskapurin, hevur vunnið forsetavalið, sigur DR-tíðindakvinnan Puk Damsgaard úr Kairo. Hon sigur, at ætlanin hjá hernaðarráðnum er at fáa ræðið á tí komandi forsetanum.
Í boðunum, sum komu frá hernaðarráðnum í nátt, stendur eisini, at ráðið hevur yvirtikið eftirlitið við landsins fíggjarlóg. Harafturat hevur ráðið gjørt av, at tann komandi forsetin skal ikki hava ræðið á hermegini.
At enda sigur ráðið, at nýval verður til tjóðartingið.









