Herurin píndi mótmælisfólk

Síðani mótmælini byrjaðu í Egyptalandi, hevur tað verið almenn uppfatan, at herurin var í parti við mótmælisfólkinum. Men tað vísir seg nú, at hetta var ikki galdandi fyri allar hermenn.

DR-tíðindamaðurin Steen Nørskov hevur hitt ein ungan mótmælismann, sum bleiv tikin og illa píndur, og hann er ikki í iva um, at tað var herurin og ikki tann illa lýdda løgreglan, sum píndi seg.

-Tað stóð ?Sa´aqa? á ermuni hjá manninum, sum sló meg, og ?Sa´aqa? er ein deild hjá herinum. Jú, tað var herurin, sum tók meg á Tahrir-torginum á midnátt tann 4. februar, sigur Mohammed Yahya við danska kringvarpið.

Mohammed Yahya sigur, at hann bleiv bundin á hendur og føtur. Síðani bleiv hann hongdur upp og loraður niður í vatn, so hann helt, at teir ætlaðu at drukna seg. Hann hevur fleiri merkir á kroppinum, sum vísa, at hann er sligin, og hann hevur eisini sár, har hermenninir góvu honum elektriskan stoyt.

Hann sigur, at hann var ikki tann einasti fangin, sum bleiv píndur, og hann sigur seg vita, at summir fangar doyðu av píningini.