Talan var ikki um eitt kvett, at tá herurin í Myanmar 1. februar koppaði stjórnina og landsins fólkavalda leiðara, Aung San Suu Kyi.
Tað sigur brigadugeneralurin Zaw Min Tun, sum er talsmaður fyri herin í Myanmar, á fyrsta tíðindafundinum hjá herinum, eftir at hann tók valdið í landinum fyri tveimum vikum síðani.
Talsmaðurin heldur, at herurin gjørdi tað rætta við at seta stjórnina frá, tí tað sambært herinum varð fuskað við valúrslitinum í november.
Hann lovar samstundis, at tey fara at lata valdið frá sær aftur, tá tað hevur verið val.
– Mál okkara er at halda val og lata valdið tann flokkin, sum vinnur, sigur Zaw Min Tun.
Herurin hevur ikki ásett dagin, tá nývalið skal haldast. Men tey hava sett undantaksstøðu í eitt ár.
/ritzau/Reuters