Herthu dámar væl ævisøgur

- Tað eru nógvar bøkur at velja ímillum, og evnini eru sera ymisk.

 

Lesur tú nógv, føroyskt ella útlendskt?

- Eg lesi eitt sindur, og tað er mest fakliteraturur. Tá tað nú er fakligt, so er tað fyri tað mesta á onkrum norðurlendskum máli. Annars dámar mær væl at lesa ævisøgur.

Tað sigur Hertha Olsen, sum vit hava sett nakrar spurningar um bøkur og innihald.

Hvørja bók lesur tú beint nú?

- Í løtuni lesi eg eina bók hjá Turid Thomsen sum eitur: ”Í løtuni”. Ein deilig bók við góðum stuttsøgum.

Hvørja bók ynskir tú tær í jólagávu?

- Mær dámar sera væl bøkur við uppskriftum av øllum møguligum slag, bæði til at matgera, binda, hekla og annað hondarbeiði. Eg ynski mær onga ávísa bók, men ein bók við onkrum handaligum ella ein ævisøga, hevði verið góð at fingið.

Hevur tú nakra meining um dygdina í føroyskum bókum?

- Dygdin á føroysku bókunum eg góð. Har eru nógvar bøkur at velja ímillum, og evnini eru sera ymisk, sigur Hertha Olsen.