Pat McQuaid, sum er forseti fyri altjóða súkklusambandið, UCI, sigur, at tey í ár vilja hava enn strangari doping-eftirlit til Tour de France. – Væntandi taka vit einar 300-400 dopingroyndir, og vit hava longu nú einar 50 súkklarar, sum vit fylgja serliga væl. Tað er serliga innan EPO-líknandi evni, at McQuaid vil herða eftirlit og revsing. Hinvegin hevur hann sum so ikki tað stóra ímóti, at Tom Boonen tekur lut. Boonen hevur havt trupulleikar við kokainmisnýtslu.