Herningur bjóðar Páll Fanga av

Kvinnurnar úr Klaksvík fáa hesa ferð stóra kapping frá Herningi,
sum er farin úr master kappingini og í kappingina millum 6-mannafør við kvinnum

Næstsíðsti FM kappróðurin verður í Sandavági í morgin. Støðutalvan sigur, at tað er møguleiki fyri, at tað í morgin í fleiri kappingum verður gjørt av, hvør verður FM vinnari í 2012.
Tryggast á FM kós av øllum mann­ingum er Páll Fangi úr Klaksvík í kappingini millum 6-manna­før við kvinnum. Páll Fangi hevur vunnið allar fimm kapp­ingarnar í ár, og tá ið bæði Hvessingur og Rádni hava verið næstfremst er munurin frá Páll Fanga og aftur til Hvessing á næst­fremsta plássinum sjey stig.
Alt bendir tíski á, at Páll Fangi verður meistari, men kortini er tað mangt, sum bendir á, at FM favoritturin fer at fáa størri kapp­ing í morgin, enn hann higartil hevur havt. Orsøkin er tann, at Herningur hjá Róðrarfelagnum Knørri fer at luttaka í kappingini millum 6-mannafør við kvinnum í morgin.
Knørrakvinnurnar mundu fáa blóð á tonna í Vestmanna síðsta leygar­dag. Tá luttóku tær í nýggju master kappingini. Tær vunnu uttan á nakran hátt at verða hóttar. Merkisvert var, at vinnaratíðin hjá Herningi var 5:40.13. Vinnaratíðin hjá Páll Fanga var 5:49.09. Tað vil siga, at munurin millum vinnara­tíðirnar var níggju sekund.
Nú bjóðar Herningur Páll Fanga av. Í morgin fæst at síggja, hvør er stinnari av teimum báðum. Herningur má metast at vera favo­rittur. Um tíðarmunurin verður tann sami í morgin, sum hann var fyri einari viku síðani, so verð­ur Herningur umleið tríggjar báts­longdir frammanfyri Páll Fanga, sum higartil hevur vunnið allar róðrar­nar sera sannførandi!
Burtursæð frá at luttaka í master kappingini á Fjarðastevnu í Vestmanna síðsta leygardag so hevur Herningur ikki luttikið í ár.
Umframt Páll Fanga við kvinnum hava fýra aðrar manningar vunnið allar róðrarnar higartil í ár. Talan er um 8-mannafarið Miðving, 6-manna­farið Lóm við monnum, 6-mannafarið Páll Fanga við kvinn­um, 5-mannafarið Havfrúnna við kvinnum og 5-mannafarið Junkaran í barnakappingini fyri dreingir.