Fleiri enn 20 fólk lótu lív, og 30 vórðu særd, tá hernaðarstýrið í Myanmar, fyrrverandi Burma, leyp á eitt brúdleypsfylgi í Sagaing-regiónini við flogførum.
Tað upplýsir uppreistrarbólkurin í landinum (PDF) sambært tíðindastovuni, NTB.
Sagt verður, at álopið kom, tá brúdleypsgestirnir byrjaðu at koma til brúdleypið í morgun, lokala tíð.
- Eftir at hava skotið úr flogførum í luftini, fór hernaðarstýrið at skjóta við tyngri vápnum, verður sagt.
Hernaðarstýrið tók valdið í Myanmar í februar fyri trimum árum síðan.
Bæði brúður og brúðgómur vóru millum tey, sum lótu lív, og sagt verður, at brúðurin var limur í PDF-uppreistrarbólkinum.
Hendingin fór fram í vestara parti av Myanmar, har uppreistrarbólkurin hevur nógvar stuðlar.
- Hernaðarstýrið ger ofta loftálop móti uppreistrarbólkinum, men tey, sum lata lív, eru ofta sivilfólk, veit NTB at siga í dag.
##med2##












