Hernaðarmálini broytast alla tíðina

Í løtuni eru semjusøkjandi tíðir í ríkisfelagsskapinum, og tí væntar løgmaður, at ivamál verða loyst í sátt og semju

Tey økini í samfelagnum, sum vóru hernaðarmál fyrr í tíðini, eru ikki hernaðarmál longur. Men so eru onnur hernaðarmál komin ístaðin. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður. Beinta Løwe, løgtingskvinna fyri Tjóveldi, hevur spurt hann, hvørji málsøki koma undir trygdarpolitikk og um nakað samskifti er við donsku stjórnina um eina føroyskan trygdarpolitikk, sum Løgtingið fer at viðgera í heyst. Løgmaður staðfestir, at uttanríkispolitikkur, trygdarpolitikkur og verjupolitikkur, eru mál, sum ríkismyndugleikarnir taka sær av.

 

– Men trygdarpolitiska økið broytir seg alla tíðina, so hvørt samfelagið broytist, sigur hann. Hann sigur, at  fleiri dømi eru um samfelagsøki, ið áður hava verið so avgerandi, at tey hava verið hernaðarmál. Men so hvørt sum tøknin hevur ment seg, verða hesi somu øki ikki longur roknað sum hernaðarmál. Men í sama viðfangi hava onnur samfelagsøki fingið ein trygdarpolitiskan dám - eisini málsøki, ið eru á føroyskum hondum.

 

Løgmaður sigur, at tað er ikki altíð, at markið ímillum yvirtikin og ikki yvirtikin málsøki er so greitt. Málsøkini kunnu vera flættað inn í hvørt annað. Í slíkum ivamálum eru tað fyrst og fremst løgmaður og danski forsætisráðharrin, sum skulu beina ivan av vegnum.  Í løtuni eru semjusøkjandi tíðir í ríkisfelagsskapinum, og tí er tað mín greiða fatan, at møgulig ivamál verða loyst í sátt og semju partanna millum, sigur løgmaður.

 

Hinvegin ger hann eisini greitt, at fiskivinna, fiskivinnusamráðingar, fiskivinnusáttmálar og annað, koma ikki undir trygdarpolitikkin. Øll tey málsøkini vórðu yvirtikin í 1948, tá ið heimastýrislógin varð sett í verk. Annars váttar Bárður á Steig Nielsen, at tað hevur ikki verið nakað samskifti við donsku stjórnina um uppskotið til um trygdarpolitikk Føroya, ið verður lagt fyri Løgtingið seinni í ár.