Ì hernað ímóti doping

Nýggja og stranga dopinglógin, sum varð samtykt í desember 2004, verður nú uppfylgd. Mikudagin fer landstýrismaðurin á fund við ymiskar partar, ið hava við dopingmál at gera

? Lògin er bara fyrsti partur av at bremsa dopingútbreiðsluni í Føroyum. Hon setur forboð ímóti at produsera, innflyta, selja og býta út dopandi evni. Men hendan lógin rakar bara bakmenninar ?ikki brúkaran, og tí fara vit at gera nógv arbeiði við at fylgja lógini upp, sigur Hans Pauli Strøm, landstýrismaður í almanna? og heilsumálum.

Doping ikki góðtikið
? Fólk skulu merkja, at dopingmisnýtsla ikki verður tolererað í Føroyum. Tað skal verða stemplað sum nakað ódámligt, sum ikki verður góðtikið. Hóast lógin ikki revsar tey, ið nýta evnini, so skulu misnýtararnir fáa eina kollektiva revsing, við tað, at tey ikki verða góðtikin sum ítróttarfólk, staðfestir Hans Pauli Strøm.
Fyrsta átakið í uppfylgingararbeiðnum av lógini verður mikudagin, tá landstýrismaðurin hevur bjóðað ymiskum fólkum til fundar. Kritikarar av lógini, fólk, ið hava læknaførleika innan dopingmál og fólk innan føroyska dopingeftirlitið eru boðin við á fundin.
? Vit fara at diskutera hvat kann gerast fyri at røkka so langt út um lógina sum gjørligt. Lógin snýr seg jú bert um tey, ið breiða dopingina út, men vit ásanna, at tað hevur týdning at røkka misnýtarunum eisini, sigur landstýrismaðurin.
Hann sigur, at hesin fyrsti fundurin fer at leggja grund fyri víðari arbeiðnum við dopingmálinum.
? Vit ynskja at fáa eina samrøðu í lag ímillum ítróttarfólk, feløg og fólk, ið hava venjingarmiðstøðir, og saman við teimum finna eina loysn á doipingtrupulleikanum, greiðir Hans Pauli frá.
Hann sigur, at á hesum fyrsta fundinum fara tey at royna at kortleggja nøkur ting. Tey fara at tosa um hvat kann gerast og hvørji tiltøk kunnu setast í verk ímóti dopingini.

Vindur uppá seg
Spurdur um hann hevur nøkur tøl, ið staðfesta dopingtrupulleikan, svarar Hans Pauli Strøm, at tað er sera torført at staðfesta júst hvussu stórur trupulleikin er.
? Tað er møguligt, at man kundi sett onkra kanning í verk, men vit meta, at okkara besti møguleiki er at fáa fólkini í føroyska ítróttarheiminum og fólkini, ið reka venjingarmiðstøðirnar at samstarva við okkum.
Hans Pauli heldur nevniliga, at tey fólkini, ið dagliga arbeiða í útsetta umhvørvinum, hava bestu fortreytir at úttala seg um málið, og eisini bestan møguleika at ávirka.
? Kritikarar av lógini siga, at dopingtrupulleikin er stórur í Føroyum. Størsti trupulleikin er kanska á venjingarmiðstøðunum, har tað snýr seg meira um at byggja kroppin upp enn um ítróttarlig avrik. So vit vita, at dopingfyribrigdið er útbreitt í Føroyum. Vit vita eisini, at trupulleikin vindur meiri og meiri uppá seg, staðfestir Hans Pauli Strøm.
Hann sigur víðari, at tað nokk neyvan fer at lata seg gera at útrudda tað heilt, men at teir av álvara ætla at tálma nýtsluni.

Fyribyrging
Í ÍSF er ein sonevnd dopingnevnd, sum hevur ásett ávísar revsireglur. Men nevndin hevur ongan møguleika at kanna øll ítróttarfólkini í Føroyum. Tí metir Hans Pali tað vera av størsta týdningi, at fyribyrgjandi arbeiðið ímóti doping verður raðfest.
? Vit eru greiðir um, at tað er lítið at gera við tey, sum longu eru misnýtarar. Tað, sum vit tí serliga skulu leggja okkara orku í, eru tey, sum enn ikki eru byrjað at dopa seg. Við samstarvið við ítróttarfeløgini, venjingarmiðstøðirnar og kanska skúlarnar, kunnu vit gera eitt stórt upplýsandi og fyribyrgjandi arbeiði, sigur Hans Pauli.
Hann leggur afturat, at júst hvat verður gjørt víðari, fer at verða avgjørt eftir fyrsta fundin, sum verður mikudagin.