Eygnavitni siga, at hernaðarakfør eru at síggja ymsastaðni í Yangon, har munkar og onnur hava mótmælt hernaðarstýrinum -Vit ávara munkarnar og fólkið ímóti at halda fram við mótmælisgongunum. Vit fara at taka tey stig, sum lógin heimilar.
Hesi boðini eru at hoyra í stórum hátalarum í gøtunum í býnum Yangon í Myanmar, har munkar, lesandi og onnur hava gingið mótmælsigongu ímóti hernaðarstýrinum.
Í gjár gingu umleið 100.000 fólk mótmælisgongu í Yangon, og eygleiðarar vænta aftur mótmælisgongur í dag.










