Nógvar frágreiðingar, sum eru komnar um framferðina hjá hernaðarstýrinum í Burma (Myanmar), hava verið atfinningarsamar, men eingin hevur tó verið so hvassorðað sum tann seinasta frágreiðingin, sum Altjóða Reyði Krossur hevur kunngjørt í dag.
Í frágreiðingini verður sagt, at hernaðarstýrið hevur onga virðing fyri altjóða mannarættindunum, og at brot sum dráp, ágangur og neyðtøkur eru gerandiskostur. Tað er herurin, sum stendur fyri harðskapinum, og tað er serliga sivilfólkið á markinum við Teiland, sum er fyri áganginum. Í fleiri førum hevur herurin eisini sett eld á matvørur og framleiðslutól.
ICRC sigur, at herurin fer ógvuliga illa við fangum. Fleiri túsund fangar verða brúktir til at bera mat og herútgerð fyri hermenninar, og tað er greitt brot á altjóða reglurnar.
-Vit hava fleiri ferðir verið í sambandi við hernaðarstýrið í Myanmar og sagt okkara hugsan um tess framferð, men enn er einki hent, sigur Jakob Kelleberger, sum er forseti í Altjóða Reyða Krossi.