Landsstýrið hevur gjørt eina meting av, hvussu nógvar pengar danir hava spart í hernaðarútreiðslum, tí teir hava brúkt Føroyar sum ein part av gjaldinum fyri limaskapin í NATO.
Og hesar upplýsingar ætlar landsstýrið at nýta í samráðingunum við danir, sum verða um eina viku.
Landsstýrismaðurin í fullveldismálum, Høgni Hoydal, váttar, at hendan útrokningin júst er gjørd, og at hon nú skal leggjast fyri landsstýrið. Áðrenn tað er gjørt, vil Høgni Hoydal einki siga um innihaldið í metingini.
? Vit hava gjørt hesa útrokningina fyri at vísa á eitt dømi um, at tað ikki bara eru danir, sum hava latið til ríkisfelagsskapin, sigur Høgni Hoydal.
Metingin hjá landsstýrinum er gjørd við hjálp frá serkønum fólki.
Trivalig upphædd
Ein av týðandi spurningunum í fullveldismálinum er, hvussu langa skiftistíð danir vilja lata føroyingum. Føroyingar vilja hava so langa skiftistíð sum gjørligt, meðan danir áður hava úttalað seg um, at teir ikki eru sinnaðir at lata nakra serliga skiftistíð.
Tí kann eitt føroyskt krav um endurgjald fyri at hava verið brúkt í hernaðarligum samanhangi í NATO, koma at hava týðandi leiklut í hesum samráðingum.
? Útrokningin er gjørd við støði í teimum upplýsingum, sum komu fram í Svørtubók, sigur Høgni Hoydal.
Danskir ráðharrar hava váttað, at danir hava spart hernaðarútreiðslur, tí teir hava havt Føroyar og Grønland at lata, og onkur hava eisini roynt at rokna út, hvussu nógvar pengar danir hava spart. Hesi eru komin til trivaligar milliardaupphæddir.
Uttanlandnevndin eftirlýsti málið
Tað er útrokningin hjá landsstýrinum helst eisini komin til, men Høgni Hoydal sigur, at talan er um eina varisliga meting.
Hann sigur, at hendan útrokningin er í tráð við ynski hjá tveimum av minnilutunum í uttanlandsnevndini, sum hava eftirlýst hernaðarmálið í uppritinum. Og varaløgmaður ætlar eisini at leggja upplýsingar fyri uttanlandsnevndina, um hon er áhugað í tí.
Bæði Jenis av Rana og umboðini fyri samgonguna í uttanlandsnevndini vísa í sínum tilmælum á, at hernaðarmálið eigur at verða brúkt í samráðingunum við danir. Hetta mál kann verða við til at tryggja Føroyum eina longri skiftistíð.