Hernaðarlig tvíkilja

Ein hernaðarmálað tvíkilja lá við bryggju í Havn um dagarnar. Talan er um norskt far, sum hevur verið framsýningartúr í Amerika

Vitjan

Norska hernaðartvíkilja Skjold kom á Havnina týskvøldið á veg úr Amerika aftur til Noregs.
Hetta er aðru ferð í umleið eitt hálvt ár, at hendan ser skjóttgangandi tvíkiljan er á Havnini.
Fyrru ferð var, tá hon á veg til Amerika á framsýnignartúr legði at her og varð liggjandi nakrar dagar.
Hesaferð skal hetta sjáldsama farið liggja í tvey samdøgur, vita tey at siga frá á havnarskrivstovuni í Havn.
Skjold kom úr Vestmannaoyggjum, har hann var inni eftir fyrst at hava vitjað í Reykjavík ávegis úr USA.