Hernaðarkanningin ongin granskingarætlan

Tað var ongantíð meiningin, at hernaðarkanningin, sum sett varð í verk í 1996 skuldi vera nøkur granskingarverkætlan. Hetta sigur Rúni Joensen, sum hevur verið formaður í stýrisbólkinum, ið st´ð fyri Svørtubók

Dánjal Højgaard


Hernaðarkanningin hevur staðið fyri skotum.

Tveir søgufrøðingar, sum hava verið við í kanningararbeiðinum fíltust í Sosialinum í gjár á, at eingin langttíðarætlan av fyrstan tíð varð løgd fyri kanningararbeiði. Ein ætlan, sum kunda tryggja eina neyvari stýring og eitt betri fakligt úrtslit.

Arbeiðssetningurin var alt ov stórur í mun til tað avmakaðu játtanina, søgdu teir báðir Sámal Johansen, sum skrivaði frágreiðingina ?Færøerne under den kolde krig? og Thorsten Borring Olesen, lektari á lærda háskúlanum í Århus, sum varð ráðgevi í sambandi við kanningarnar.


Ikki gransking

Rúni Joensen, sum hevur verið formaður í stýrisbólkinum, heldur, at søgufrøðingarnir fara skeivir.

-Tað var ongantíð ætlanin at hernaðarmálið skuldi vera nøkur granskingarverkætlan.

-Tó varð roynt at arbeiða eftir sama leisti sum ein granskingarverkætlan. Hetta fyri at tryggja, at skjølini vórðu sett í ein søguligan samanhang, so at tey ikki bara blivu send út til fjølmiðlarnar, sigur Rúni Joensen, sum er stjóri á lógardeildini á løgmansskrivstovuni.


Høgar ambitiónir

Løgtingið samtykti 19. apríl 1996, at seta ein søgufrøðing, at gera skjalarannsóknir í USA, við tí fyri eyga at útvega upplýsingar um ?amerikansk hernaðartiltøk í Føroyum?.

Arbeiðssetningurin, sum stýrisbólkurin síðani orðaði - og løgmaður góðkendi - var tó nógv víðari enn løgtingssamtyktin. Nú varð tosað um at geva eina heildarmynd av støðu Føroya í kalda krígnum. Øll søgan skuldi lýsast.

- Ambitiónsstigið var kanska ov høgt, men tað skaðar væl ikki, at seta ambitiónsstigið nóg høgt, sigur Rúni Joensen, sum heldur, at hernaðarmálið má síggjast í eini størri heild.



Svara Løgtinginum

Hann vísir á, at tá hernaðarmálið tók seg upp vóru fleiri fyrispurningar settir á Løgtingi, sum løgmaður varð biðin um at svara.

Eitt skifti var t.d. talan um at fáa donsku stjørnina at útflýggja øll skjøl um herstøðirnar í Føroyum. Hetta var tó av ongum, og í staðin varð sett ein donsk-føroysk embætismannanevnd, at viðgera uttanríkispolitiskar spurningar.

Tað er m.a. eftir hesum veruleika stýrisbólkurin í síni tíð virkaði, vísir Rúni Joensen á.

- Meiningin varð, at fáa skjølini til vega, so at tað bar til at svara teimum fyrispurningum, sum vóru settir í Løgtinginum. Samstundis fingu vit so skjølini til Føroya, so at ein og hvør granskari, kundi fara í holt við at granska tilfarið. Hetta var tað, sum var ætlanin, sigur hann.

Stýrisbólkurin, sum stóð fyri hernaðarkanningini, er ikki virkin longur.