Hernaðarflogfør halda ikki frástøðuna

Tey seinastu trý árini er tað hent tíggju ferðir, at donsk hernaðarflogfør hava flogið ov nær ferðamannaflogførum Í fjør hendi tað fýra ferðir, at F16-jagaraflogfør hjá danska flogvápninum flugu ov nær ferðamannaflogførum. Tað stendur at lesaí frágreiðingum hjá skaðanevndini, sigur danska kringvarpið.

Tað eru greiðar reglur um, hvussu tætt flogfør kunnu koma hvør øðrum á flogi, men kortini hava jagaraflogfør hjá danska flogvápninum brotið reglurnar fleiri ferðir. Skaðanevndin vísir á, at F16-flogførini kunnu flúgva við meiri enn 2.000 kilometra ferð um tíman, og at í fleiri førum vóru tey bara sekundir frá ferðamannaflogførunum.

Vandin fyri samanstoyti er kortini sera lítil, tí flogførini hava útgerð, sum ávara flogskiparan í slíkum førum.