Gallarí Glæman í Norðragøtu letur nú upp aftur við listaframsýning og kafé, og opið verður frá mánadegi til og við fríggjadag frá klokkan 10 til 15, og leygardagar og sunnudagar frá klokkan 15 til 18.
Mikudagin hin 30. mai klokkan 17 - tað er í morgin - verður fernisering við málningum hjá Hermundi Zachariassen.
Hermundur er føddur í 1937 í Norðragøtu. Hann er deyvur og fór 9 ára gamal til Danmarkar at ganga í deyvaskúla.
- Honum dámdi sera væl at tekna, og síðan hevur tað ment seg til, at hann byrjaði fyri nøkrum árum síðan at mála. Tað eru serliga náttúrumyndir, hann málar. Hermundur býr á Argjum.
Í Gallarí Glæmuni í Norðragøtu siga tey, at framsýningin hjá Hermundi Zachariassen hongur uppi til 25. juni.