265 sovjetskir hermenn, sum vóru við í krígnum í Afghanistan, sum vardi frá 1979 til 1989, komu ongantíð heimaftur. Myndugleikarnir í Moskva leita enn, men viðganga, at fleiri av hermonnunum hava helst valt at búseta seg í Afghanistan ella grannalandinum Pakistan.
Alexander Lavrentijev er næstformaður í felagnum hjá fyrrverandi russiskum hermonnum, og fyri nøkrum døgum síðani var hann í afghanska høvuðsstaðnum, Kabul, har hann bað fólk um hjálp til at finna teir sovjetsku hermenninar, sum ongantíð komu heimaftur.
-Eg eri vísur í, at nakrir av teimum eru á lívi enn, men trupulleikin er, at teir tora ikki at seta seg í samband við okkum. Teir vita helst ikki, at Russland og tey flestu av teimum gomlu sovjetlýðveldunum hava samtykt lógir, sum geva hermonnunum grið, sjálvt um teir valdu at rýma úr herinum og at búseta seg í Afghanistan. Teir halda, at teir verða drignir fyri rættin, men so er ikki. Og so vita teir helst heldur ikki, at teir hava rætt til alla læknahjálp, koma teir heimaftur, segði Alexander Lavrentijev á tíðindafundi í Kabul.
Avvarandi í óvissu
Sovjetsamveldið misti umleið 15.000 hermenn í tí tíggju ára langa krígnum í Afghanistan. Teir flestu doyðu í bardaga, nakrir vórðu tiknir til fanga, meðan uppaftur aðrir doyðu av kulda og sjúku. Á tíðindafundinum segði Lavrentijev, at tann fremsta uppgávan nú er hjálpa teimum avvarandi hjá teimum horvnu hermonnunum, so tey kunnu fáa at vita, hvat hendi monnunum.
-Teirra kæru bíða framvegis eftir teimum. Teirra avvarandi fáa ikki lagt bókina saman, tí tann seinasti kapittulin restar í: Er beiggi ella sonur okkara deyður, ella kann tað hugsast, at hann byrjaði eitt nýtt lív.
-Tað er umráðandi, at nakað verður gjørt við hetta nú. Tey her, sum minnast kríggið, eru farin at eldast, tí í Afghanistan er meðal livialdurin bara 50 ár.
29 funnir á lívi
Á tíðindafundinum í Kabul greiddi Lavrentijev frá, at av teimum umleið 300 sovjetsku hermonnunum, sum ikku komu heimaftur, tá kríggið endaði í 1989, eru 29 funnir á lívi. Av teimum valdu 22 at fara aftur til Russlands, men hinir sjey valdu at vera verandi í Afghanistan.
Í samráð við afghonsku myndugleikarnar eru 15 gravir við sovjetskum hermonnum grivnar uppaftur, men higartil erru bara fimm av teimum 15 eyðmerktir. Hesir fimm vístu seg at vera tríggir úr Russlandi og tveir úr Kasakhstan. Eyðmerkingin er gjørd við dna-royndum, og nú verður roynt at eyðmerkja leivdirnar av hinum 10.
Sjálvur heldur Alexander Lavrentijev, at millum 30 og 40 fyrrverandi hermenn úr gamla Sovjetsamveldinum eru á lívi enn í Afghanistan ella Pakistan.