Hermenninir fara ongan veg

Gitte Lillelund Bech, verjumálaráðharri, og Lene Espersen, uttanríkisráðharri, hava sagt, at tað er møguleiki fyri, at danska stjórnin fer at taka sínar hermann aftur úr úr Helmand-landspartinum í Afganistan í 2011. Men tað hevur elvt til øsing í donsku herleiðsluni.

- Teir, sum hava latið lív, hava stríðst til fánýtis, um vit taka okkum aftur nú, sigur danskt umboð í Afganistan við Ritzau.

26 av teimum 31 donsku hermonnunum, sum hava latið lív í Afganistan, eru deyðir í Helmand, ið verður mett sum vandamesta økið í landinum.

Danska stjórnin fer skjótt at taka støðu um donsku luttøkuna í Helmand.

Tað skrivar Ritzau í dag.