Tað hava ongantíð verið so mong sjálvmorð í amerikanska herinum sum nú. Í fjør tóku 197 amerikanskir hermenn lívið av sær, og tað var met. Men árið í ár er uppaftur verri, tí teir seinastu tíggju mánaðirnar hava 211 hermenn beint fyri sær.
Tað kom fram á tíðindafundi, sum herleiðslan skipaði fyri í gjár.
Ein talsmaður fyri herleiðsluna segði, at tað er ikki so einfalt at svara spurninginum, hví so nógvir hermenn gera av við seg. Hann ásannaði tó, at rúsevnamisnýtslan hevur verið veksandi millum hermenninar, og at tað er ein av orsøkunum til tey nógvu sjálvmorðini.