Hermenn skutu eftir líkfylgi

Altjóða tíðindastovurnar skriva frá eygnavitnum, at sýriskir trygdarhermenn skutu eftir tveimum líkfylgjum í dag, og at fleiri fólk doyðu. Sagt verður, at trygdarhermenninir skutu eftir einum líkfylgi í høvuðsstaðnum Damaskus og einum í býnum Ezreh har suðuri í landinum. Tey, sum fóru til gravar, doyðu, tá trygdarhermenn skutu eftir mótmælisfólki í gjár.

Reuters skrivar, at trý fólk doyðu í Esreh, og AFP sigur frá sínu keldum í Damaskus, at eisini har fullu trý fólk. Reuters skrivar, at fólk róptu rakstrarróp eftir Bashar al-Assad, forseta, og at tey kravdu frælsi.

Í gjár vóru mótmæli í fleiri sýriskum býum, og sambært altjóða tíðindastovunum doyðu millum 80 og 100 fólk, tá trygdarhermenn skutu inn í mannamúgvurnar.