Hermenn fingu skeið í píning

Amerikanarar og bretar leitaðu sær ráð hjá ísraelsmonnum fyri at læra, hvussu muslimskir fangar skulu mýkjast

Bretskir fjølmiðlar vilja vera við, at ísraelsmenn hava lært amerikanarar og bretar, hvussu teir skulu fara við irakskum fangum fyri at "fáa teir á glið". Sambært fjølmiðlunum kærdu teir amerikonsku og bretsku hermenninir seg um, at teir fingu ov lítið at vita frá teimum iraksku fangunum, og at teir tí leitaðu sær góð ráð úr Ísrael, har myndugleikarnir hava drúgvar royndir í at avhoyra palestinar og aðrar muslimar.
Ein bretskur heryvirmaður segði við blaðið The Guardian sunnudagin, at teir bretsku fangavørðarnir í Irak fingu boð um at mýkja teir iraksku fangarnar, so teir skuldu verða betri at fáast við, tá CIA ella bretska fregnartænastan, MI6, skuldi avhoyra teir. Sambært heryvirmanninum høvdu hermenninir fingið útbúgvingina á skeiðum á einari herstøð í Kent, men seinni varð útbúgvingin flutt til eina fyrrverandi amerikanska herstøð í Bretlandi, sigur hann.
Sum dømi um píning nevnir heryvirmaðurin, at teir iraksku fangarnir fingu ein posa smoygdan niður yvir høvdið, teir sluppu ikki at sova og vórðu hóttir alla tíðina. Hann sigur, at bretski herurin hevur eitt yvirlit yvir, hvussu muslimskir fangar skulu mýkjast. Sum dømi nevnir hann, at fangarnir ofta ganga naknir, og at teir verða noyddir til ymiskt kynsligt virksemi, meðan kvinnuligir hermenn standa og hyggja at teimum.
Nógv afturat
Samstundis stúra amerikanarar og bretar fyri, at fleiri avdúkandi myndir og sjónbond fara at avdúka, hvussu amerikanskir og bretskir hermenn fara við teimum iraksku fangunum.
? Vit kunnu vænta at síggja nógv afturat - eisini tað, sum er uppaftur verri enn tað, sum vit longu hava sæð, segði amerikanski verjumálaráðharrin, Donald Rumsfeld, leygardagin.
Samstundis harðar trýstið á teir ráðandi, tí fleiri av teimum skuldsettu amerikonsku hermonnunum vilja vera við, at teir fingu boð um at pína fangarnar. Boðini komu frá teirri hernaðarligu fregnartænastuni, siga teir.