Hermenn eftir ruski

Í Italia hevur stjórnin sett herin at beina burtur burturkast, sum hevur hópað seg upp í gøtunum í Napoli Stríð um eitt ruskpláss uttan fyri Napoli hevur havt við sær, at meiri enn 100.000 tons av burturkasti hevur hópað seg upp í býnum.

Men nú hevur stjórnin funnið eina loysn, og í gjár vórðu hermenn sendir at beina ruskið burtur. Tað vildu mótmælisfólkini ikki, og myndugleikarnir noyddust at senda løgregluna at verja hermenninar.

Býráðið í Napoli hevur gjørt av at taka eitt gamalt ruskpláss aftur í nýtslu fyri at sleppa av við alt burturkastið, men tað vilja mótmælisfólkini ikki.