Hermannamamma stevnir bretsku myndugleikunum

Skotska Rose Gentle, sum misti sonin í Irak fyri tveimum mánaðum síðani, stevnir nú bretsku myndugleikunum. Málið er tað fyrsta av sínum slagi í Bretlandi

Ein dagin seint í juni doyði tann 19 ára gamli skotski hermaðurin Gordon Gentle, tá ein mina brast við vegjaðaran eeinastaðni har suðuri í Irak.

Nú ætlar mamma hansara, Rose gentle, at stevna bretsku hernaðarmyndugleikarnar. Í síðstu viku vóru hon og 14 ára gamla dóttur hennara í Downing Street í London, har tær handaðu Tony Blair, forsætisráðharra eitt mótmælisskriv. Tað eydnaðist henni ikki at fáa orð á Blair, men varaforsætisráðharrin, John Prescott, játtaði at tosa við hava. Fundurin teirra millum var kortini stuttur, og aftaná segði Rose Gentle seg ikki hava fingið nógv burturúr.

-Prescott melur sum hundur um heitan greyt, segði hon.

Mamman vísir á, at sonur hennara hevði verið á lívi í dag, um hermenninir høvdu havt útgerð, sum kundi forðað fyri, at minan brast. Teir bretsku hermenninir í Irak hava tílíka útgerð, men Gordon Gentle og felagar hansara høvdu ikki útgerðina uppi á sær vanlukkudagin í juni. Tí ætlar hon nú at ákæra herleiðsluna fyri ósketni, sigur BBC. Hon er eisini sera vónsvikin av, at tað gingu sjey vikur, áðrenn hon fekk samkenslubræv frá forsætisráðharranum.

Sakførarin hjá mammuni sigur við BBC, at herleiðslan hevur skyldu til at geva hermonnunum alla útgerð, sum kann verja teir, og hann ivast ikki í, at herleiðslan gjørdi eitt mistak í hesum førinum. Sambært blaðnum The Guardian er tað ongantíð hent fyrr, at avvarðandi hjá einum deyðum hermanni hava lagt sak ímóti myndugleikunum.