Hermannalegan í býnum

Ein lítil kirkjugarður ímillum stórveldi

Firouz Gaini


Danski høvuðsstaðurin hýsir nógvum søguligum kirkjugørðum, har ið kend og ókend úr farnum tíðum hava funnið síðsta hvíldarstað sín. Ein tann størsti og kendasti, Vestre Kirkegård, er býttur upp í øki, har ið føroyingar deyðir í Danmark eiga eitt. Ein annar stórur kirkjugarður í Keypmannahavn er Assistens Kirkegård, Nørrebro, ið skapar eitt tiltrongt andarúm í sera tættbygdum og slitnum býarparti. Av øðrum kirkjugørðum kann eg nevna Frederiksberg Kirkegård, Holmens Kirkegård og Garnisons Kirkegård, har ið síðstnevndi liggur ímillum fleiri stórar útlendskar sendistovur, tætt við tokstøðina Østerport.
Undir kalda krígnum var Garnisons Kirkegård tað einasta, ið skilti sendistovurnar hjá Sovjetsamveldinum og USA sundur. Umleið fimti metrar. Tó fekk hesin vakri gamli hvíldarstaðurin hjá dønum frið frá stórveldunum í eystri og vestri. So er ikki longur. Nú eru sjálvt tey deyðu ein hóttan ímóti Bush.
Frá Østerport til Sortedams Sø, einar 200 metrar, gongur ein óvanliga breið gøta nevnd Dag Hammarskjölds Allé, og her liggur tann amerikanska sendistovan í Danmark. Hon er í einum betongbygningi í trimum hæddum, væl vard úr øllum ættum. Ómetaliga væl vard má sigast. Og aftanfyri liggur so Garnisons Kirkegård, ið teir russisku og bretsku sendimenninir eisini hava útsýni yvir. Íbúgvarnir í grannalagnum, á Østerbro fara ofta inn í kirkjugarðin at ganga ein túr; fleiri inngongdir eru, tríggjar haldi eg, og sostatt kann ein eisini ganga ígjøgnum kirkjugarðin. Garnisons Kirkegård minnir um aðrar gamlar kirkjugarðar í býnum; har er grønt, friðarligt og ruddiligt. Á gravsteinum í ymsum støddum og sniðum standa nøvn og árstøl, og viðhvørt kennist ein við navnið, sum er høgt í steinin. Hinumegin múrarnar er nógv broytt síðan x generalur andaðist, men her, inni í kirkjugarðinum, er dámurin tann sami. Einans árstíðirnar skifta, og tað í síni vanligu gongd.
Meðan tey deyðu í kirkjugarðinum hvíla, so broytist støðan í heiminum, og menninir og kvinnurnar, sum arbeiða í teimum stóru bygningum, ið kasta sínar skuggar yvir gravirnar í Garnisons, hava ein týðandi leiklut í hesum stóra spæli um valdið á bláu klótuni Tellus. Undir kalda krígnum vóru gravirnar markið ímillum tveir blokkar: eystur og vestur, kommunismu og kapitalismu. Njósnarar lógu og lúrdu aftan fyri steinarnar og lurtitól vórðu sett upp allastaðni. Múrurin í Berlin fall, Týskland varð sameint, og Sovjetsamveldið skrædnaði, men Garnisons Kirkegård fekk frið. Tey deyðu kunnu væl ikki gera við at tey livandi liggja og stríðast um ymsar ideologiir? Tey hava havt sína klótu við sínum trupulleikum, men nú eru tey farin, friðað og kunnu sostatt ikki lastast fyri nakað. Men tá ið ein múrur verður rivin niður, verður annar reistur. Hyggið at heiminum! Og í 2003 hendi so tað, at ein múrur eisini varð reistur inni í Garnisons Kirkegård.
Fólk skiltu ikki reiðiliga, hvat ið gekk fyri seg, tá ið menn ein dagin fóru at grava holur í einum horni í kirkjugarðinum. Tað sá út, sum um ein veit skuldi gravast ímillum nakrar stakkals avbyrgdar gravsteinar og restina av kirkjugarðinum. Men hví? Áðrenn nakar visti av nøkrum, vóru metallpelar, umleið ein metur til hæddar, komnir upp í tí økinum av kirkjugarðinum, sum liggur tættast upp at amerikonsku sendistovuni. Hægst ein metur er ímillum hesar pelarnar, ið hava oyðilagt kirkjugarðin. Talan er um herverk í amerikonsku anti-terrorismunnar navni. Hóast teir donsku kirkjumyndugleikarnir vóru ímóti hesari verjuskipanini hjá sendistovuni, so góvu teir skarvin yvir, tá ið Washington vísti vøddar. Nú mugu tey deyðu í Garnisons Kirkegård eisini finna seg í at fáa harraboð úr Washington. Amerikanarar hava reist sínar egnu metall-gravsteinar, kaldir og uttan navn og árstal, sum skulu verja USA frá álopum frá teimum deyðu. Nakrir stakkals gravsteinar eru fangaðir innan fyri metallpelarnar, á amerikanskum øki, og tað munnu vera fá, sum hætta sær yvir til hesar steinarnar - uttan eftirkomararnir.
Um tann amerikanska sendistovan hevði ligið uttan fyri býin, ella á eini lítlari oyggj, til dømis Saltholmen í Oyrasundi, so hevði verið lættari at vart borgina, samstundis sum kirkjugarðar høvdu fingið frið. Eftir at pelarnir komu upp, er blivið veruliga kalt og deydligt í Garnisons Kirkegård. Nógv færri tora at fara inn. Og hvør vil órógva sendistovuna og kanska verða mistikin fyri at stuðla terror? Hvat nú um ein ikki hevur "ørindir" í kirkjugarðinum? Um ein ikki hevur skyldfólk undir moldini?
Danski mentamaðurin Victor Borge sáli hevur óivað mangan gingið í Garnisons Kirkegård, tí hann var føddur í Classensgade 40, ið einans er eitt hanagleiv frá kirkjugarðinum. Victor hevði humor; hann visti hvussu ein kann bróta niður múrar ímillum menniskju; hann hevði nokk vent seg í grøvini, um hann hevði sæð metallpelarnar - ella bara flent. Sum tað stendur á minningartalvuni við inngongdina til Classensgade 40:

Den korteste vej mellem to
mennesker er smilet
Når vi smiler bliver livet lettere.