Hermann úr Vestmannaoyggjunum vann FA Cup

At koma úr einum pinkalítlum oyggjasamfelag nýtist ikki at verða ein forðan fyri at røkka langt í fótbóltsheiminum

Fótbóltur

 

Hermann Hreiðarsson er føddur 11. juli í 1974. Hetta var bert hálvtannað ár aftaná eldgosið, sum var á Heimey, sum byrjaði at goysa í januar í 1973. Hermann var 18 ára gamal, tá hann byrjaði at leika vaksnamannafótbólt við ÍBV, og gjørdist hann við tíðini ein av høvuðsstuðlunum á liðnum. Í árinum 1993-1997 leikti Hermann 66 dystir fyri ÍBV, og skoraði hann 5 mál hetta tíðarskeiðið. Í 1997 var hann ikki við tey síðstu umførini, tá ÍBV gjørdust íslendskir meistarar, tí í august hetta árið fekk Hermann Hreiðarsson sáttmála við Crystal Palace, sum tá vóru fluttir upp í Premier League. Hóast Crystal Palace flutti niður aftur við kappingarlok, so vóru fólk á einum máli um, at Hermann var ein av teimum bestu spælarunum hjá Crystal Palace hetta kappingarárið. Hann leikti 37 dystir fyri Crystal Palace og skoraði tvey mál. Hermann fær tíðum mál við høvdinum við deyðbóltsstøður.

 

Brentford, Wimbledon og Ipswich

Hermann valdi at fylgja tí frákoyrda Crystal Palace-formanninum, Ron Noades til 3. deildarfelagið, Brentford, har Noades gjørdist bæði formaður og venjari. Hann skrivaði undir ein sáttmála, sum ljóðaði uppá 750.000 bretsk pund, sum var met fyri ensku 3. deild tá. Brentford vann 3. deild, men í oktober 1999 vildi Hermann royna seg í Premier League aftur, eftir at hava leikt 41 dystir og skotið seks mál fyri Brentford. Hann skrivaði undir ein sáttmála við Wimbledon, sum var verdur 2,5 milliónir pund. Men aftur hesaferð upplivdi Hermann at flyta niður úr Premier League við liði sínum. Í 2000 skrivaði hann undir fyri Ipswich Town, eftir at hava leikt 25 dystir og skotið eitt mál fyri Wimbledon. Sáttmálin við Ipswich var verdur 4,5 milliónir pund. Fyrsta árið gekk væl hjá Ipswich og Hermanni. Ipswich bleiv nummar fimm í Premier League, og liðið vann sær pláss í UEFA Cup kappingini. Árið eftir gekk tó galið, og Hermann upplivdi á triðja sinni, at liðið hjá honum flutti niður úr Premier League. Hermann varð tó verandi í Ipswich til mars í 2003. Hermann leikti 102 dystir fyri Ipswich, og skoraði tvey mál.

 

Charlton

Tá skrivaði Hermann undir ein hálvt fjórða ára sáttmála við London-felagið, Charlton Athletic. Í Charlton gjørdist Hermann ein av grundstuðlunum sum ein sterkur verjuleikari, og byrjaði hann aloftast inni. Í 2007 upplivdi Hermann á fjórða sinni, at liðið hjá honum flutti niður úr Premier League. Hermann náddi kortini 132 dystir, og skoraði trý mál fyri Charlton hetta tíðarskeiðið. Eitt av hesum málunum kom í tí tiltikna 4-2 sigrinum hjá Charlton í 2000-2001, tá teir vunnu á Chelsea á Stamford Bridge.

 

Til Portsmouth

25. mai í fjør skrivaði Hermann undir ein sáttmála, sum bindur hann til Portsmouth til 1. juli 2009. Hermann hevur leikt 32 dystir fyri Portsmouth hetta kappingarárið, og hevur hann skorað trý mál. Eitt av málunum kom í tí minniliga 7-4 sigrinum yvir Reading. 20. apríl fekk hann reyða kortið fyri at fella Darius Vassel í einum útidysti ímóti Manchester City, men ein mánað seinni endaði alt við gleði og gleimi, tá hann saman við liðfeløgunum slapp at lyfta steypið í heimsins elstu steypakapping, FA Cup. Guðni Bergsson sat á beinkinum tá Tottenham vann FA Cup i 1991, so Hermann gjørdist tann fyrsti íslendski fótbóltsspælarin, sum hevur vunnið FA Cup á vøllinum. Eiður Smári Guðjohnsen vann Premier League, Liga Cup og Charity Shield við Chelsea, men ikki FA Cup.

Hermann hevur leikt 73 landsdystir fyri Ísland. Tann fyrsta leikti hann í einum vinardysti ímóti Kýpros í juni í 1996. Hann hevur skotið fimm mál fyri Ìsland, og er hann liðskipari á íslendska landsliðnum, tá Guðjohnsen er skaddur ella leikbannaður. Hermann er giftur Ragnu Lóu Stefánsdóttir, og saman eiga tey tvær døtrar, sum eita Telma og Ýða. Maðurin úr Vestmannaoyggjunum er komin langt. Eftir fýra niðurflytingar – sum er met fyri ein spælara í Premier League - kundi hann loksins lyfta einum steypi leygardagin.

Á Heimey búgva 4.600 fólk – ein 1/10 av íbúgvaratalinum í Føroyum – men tað hevur ikki verið ein forðan fyri at rokkið langt í fótbóltsheiminum.