HERMANN OSKARSSON: Eitt rangvørgt nýggjársynski

Seinnapartin nýggjársdag sat eg og lurtaði eftir Útvarpinum.
Tá hoyrdi eg, at fremsta ynski hjá stjóranum á Føroya Fiskavirking nýggjársdag var, at lønirnar hjá ófaklærdum arbeiðarum skuldu vaxa so lítið sum gjørligt. Hann ynskti beint fram at tær fóru at dragna í mun til tilsvarandi lønir í grannalondunum Íslandi og Bretlandi

Hetta var ikki eiti á ynski. Eg spyrji meg sjálvan, meðan eg siti og lurti eftir honum hendan fyrsta dagin í 2004, um tað ber til at ynskja so rangvørgt - at ynskja teimum, sum frammanundan hava lægstu lønirnar í landinum, uppaftur lægri løn komandi árini.
Tríggir aðrir tilkomnir menn sótu í útvarpsstovuni saman við stjóranum - men eingin teirra talaði at ella bar í bøtuflaka fyri stjóran.

Bakkurin á Landsliðinum
Hvat er tað, sum ger av hvussu høgar lønir vit hava í Føroyum?
Samráðingarúrslitið, svarar tú beinanvegin. Tí tað er saktans í samráðingum millum arbeiðarafeløg og arbeiðsgevarafeløg, at lønarlagið verður sett?
Tað kann so væl vera, at so er, men okkurt er, sum setir mark fyri hvussu langt partarnir sleppa undir samráðingunum. Summir arbeiðsgevarar hava so tað markið, at nakrir teirra selja vørur til útflutnings, har ongin teirra hevur ávirkan á prísin.
Prísurin á útflutningsvørunum setir soleiðis eitt mark fyri hvussu langt lønirnar kunnu fara - uttan at flakavirkini fara á húsagang. Tí er tað, at stjórin á Føroya Fiskavirking spælir bakkur á landsliðnum hjá arbeiðsgevarunum - tað er hann, sum skal takkla áloyparan, so at hann ikki skjýtur mál.

Vánaligt samanspæl
Hann er ein frálíkur bakkur, stjórin á Føroya Fiskavirking. Hann megnar kortini ikki at halda málið reint einsamallur og krevur at allir áloypararnir skulu koma aftur á vøllin at verja málið.
Árini beint eftir kreppuna spældu allir í verjuni og haraftrat var lítið bit í álopinum hjá mótpartinum. Síðani kreppuna hava áloypararnir viljað sloppið fram á vøllin at spæla, men bakkurin hevur togað í troyggjuna hjá áloyparunum og kravt at teir verða standandi í verjuni saman við honum.
Teir halda kortini sum so - SEV, Føroya Tele, byggivirkini, flutningsfyritøkurnar og heilsølurnar - at teir vilja fegnir gjalda kravdu lønina, heldur enn at fara út í drúgv verkføll.
Hjá tykkum gongur roknistykki upp - rópar stjórin á Føroya Fiskavirking - men ikki hjá mær! Eg kann ikki seta prísin upp, tí her koma bæði kinesarar og baltar við sínum fiski, sum er nógv bíligari framleiddur enn okkara fiskur er. Prísurin gongur øvugtan veg.
Nú stendur tað so til hinar at avgera - um teir vilja standa stjóranum við lið ella lata hann sigla egnan sjógv.
Tá av tornaði vísti tað seg, at hinir mæltu stjóranum til at finna sær fólk aðrastaðni, tí teir vildu sjálvir hava føroyingar at arbeiða hjá sær. Teir leggja nakrar krónur oman á sáttmálalønina - uttan um sáttmálan sjálvandi - og so má stjórin fáa sær fólk uttaneftir, sum tímir at skera flak fyri sáttmálaløn.

Hin deyva Fortuna
Antin hevur Fortuna vent deyva oyrað til ella hevur stjórin spurtungu, tí sum frá líður fer helst at ganga beint øvugtan veg, enn hann ynskti nýggjársdag 2004. So leingi hinir allir halda seg hava ráð at gjalda meira fyri fólkið, enn stjórin á Føroya Fiskavirking, fara lønirnar at vaxa ár undan ári.
Og hvussu leingi er so tað?
Gera vit myndina einfalda, ber til at siga, at tá lønin gongur uppeftir, brúka fólk ein part til at keypa innflutning og hin partin til at keypa tænastur, framleiddar á heimamarknaðinum.
Tá vit keypa innfluttar vørur gjalda vit afturímóti við útflutningi. Oman á tann partin fáa vit so ríkisveitingina frá dønum at innflyta vørur fyri. So leingi vit fáa nóg mikið í kassan uttaneftir fyri útflutningin og ríkisveitingina - so leingi halda vit fram at økja nýtsluna av innfluttum vørum. Heilt til tann dag tað stendur á jøvnum millum inntøkur og útreiðslur í uttanlandsviðskiftunum.
Tá vit keypa tænastur á heimamarknaðinum harafturímóti, er mark fyri hvussu nógvar tænastur eru til. Vit eru bara 48.000 fólk og vit klára bara at framleiða eitt ávíst tal av tænastum, tá tey eru tikin frá, sum framleiða til útflutnings. Hvørja ferð eftirspurningurin eftir tænastum økist, fer prísurin upp og lønin fer við uppeftir. Fyri at heimamarknaðarvirkini skulu fáa meira fólk, má lønin setast upp.
So her kostar í bæði borð. Tá vit keypa innflutning minkar avlopið mótvegis umheiminum. Tá vit keypa føroyskar tænastur trýsta vit lønirnar upp.
So hvørt sum lønirnar vaxa, verður torførari at fáa útflutningsvinnu at bera seg. Av tveimum orsøkum. Partvíst tí at fólk rýmir av flakavirkinum í aðra vinnu. Og partvíst tí lønarvøxturin tyngir kostnaðin, meðan prísurin á marknaðinum stendur fastur.
Øll hendan tillagingin endar tá gjaldsjavnin stendur á null og tá brúkarin fær tað hann vil hava av bæði innfluttum vørum og heimamarknaðartænastum, soleiðis sum prísirnir nú einaferð eru.

Hvør skal hava skyldina?
Tað sýnist sum halda summi, at tað er onkur her í landinum, sum spælir hund.
Er tað Karsten Hansen, sum hevur trýst lønarlagið uppeftir? Eru tað tey ungu konufólkini, sum eru so forvand og spilt, at tær ikki tíma at standa við skeriborðini? Er tað skúlin, sum hevur oyðilagt ungdómin? Eru tað kinesararnir og fyrrverandi kommunistarnir í Baltalondunum, sum stjala fiskin undan okkum? Eru tað norðmenn, sum geva flakavirkjunum studning, so at tey standa seg betri enn okkara? Eru tað jauararnir, sum bara eru so forbrendir, at teir skumpa okkum út av rókini? Ella kanska Búskaparráðið, sum ynskir flakavirkini har pipari grør?
Listin av syndabukkum er alinlangur. Men lagnan hjá fiskavirkjunum verður avgjørd heima hjá okkum sjálvum - ikki í Kina, Noregi ella Íslandi. Trupulleikin hjá fiskavirkjunum er, at tey tapa kappingina um arbeiðsfólkið her heima.
Búskaparráðið kann ikki leggjast undir, at virkið, sum Meinhard Jacobsen er stjóri ár, gongur illa. Tað einasta Búskaparráðið kann gera er, at vísa á gongdina í samfelagsbúskapinum og at vísa hvønn veg gongdin væntandi verður komandi árini.
Og hesa kappingina tapa tey ikki av tramanskapi annara. Tey tapa, tí fólk velja sær okkurt annað at gera til nyttu, sum tey antin fáa meira burtur úr, tí framtíðarútlitini eru betri ella umstøðurnar betri á annan hátt.

Eru virkini væl rikin?
Um virkini verða skilagott rikin, er so ein heilt annar spurningur, sum valla hoyrir heima í almenna kjakinum. Tað átti at verið ein spurningur millum leiðsluna og partaeigararnar.
Tá leiðslurnar á fiskavirkjunum gremja seg um at virkini ikki fáa fatur á nóg mikið av rávøru, fáa ikki nóg góðan prís fyri eitt produkt ella á annan hátt síggja trupulleikar í rakstrinum av virkinum, so átti hetta ikki at verið alment kjakevni. Um Tonito fær kapping um brævbjálvar á marknaðinum ella Føroya Bjór er í harðari kapping við Coca Cola, so er hetta ikki alment kjakevni í bløðunum ella umrøðuevni í Løgtinginum. Slíkt eru spurningar um góða virkisleiðslu og professjonellar partaeigarar.
Umráðandi er, at partaeigarin er professjonellur eigari - og ikki passivur eigari, sum tað almenna ofta hevur lyndi til at vera. Tann professjonelli og aktivi partaeigarin spyr seg sjálvan um partapeningurin verður trygt og visjonert umsitin av fyritøkuleiðsluni, tí hann skal ikki bara hava avkast av partapeninginum í dag, men eisini komandi árini Hann krevur, at leiðslan hevur eina skilagóða strategi, alt eftir hvussu umstøðurnar laga seg. At leiðslan dugir at laga framleiðsluna eftir kostnaðargongdini og gondini á produktmarknaðinum. At tøkniliga menningin fer tann vegin, sum rættast er at fara.
Hetta eru ikki samfelagsbúskaparlig kjakevni, men ein spurningur um partaeigararnir halda peningin liggja nóg tryggan í hondum leiðslunnar.

Hvagar rørt tú Snopprikkur?
Munur er á at síggja heimin av skrivstovuni hjá Føroya Fiskavirking og at líta at gongdini sum samfelagsborgari.
Sum samfelagsborgarar eru vit fegin um, at føroyskur ungdómur fær sær útbúgving. Foreldrini ynskja sjálvandi barninum holla útbúgving og trygga framtíð og samfelagið sum heild strembar tann vegin, at kunnleikin verður sum mestur. Framtíðin hjá einum ættarliði verður í stóran mun avgjørd av hvussu væl skúlað tey eru. Ja, framtíðarútlitini hjá heimsins londum er í stóran mun treytað av kunnleikastøði og útbúgvingarstøði.
Men kagar tú gjøgnum rútarnar á skrivstovuni á Føroya Fiskavirking, so vilja teir ikki bara hava nóg mikið av fólki til at manna borðini, men helst ov mikið av fólki, so at lønarkravið ikki verður teimum ov høgt.
Útbúgvingarstøðið hjá teimum ungu gerst alt hægri, so at valmøguleikarnir til arbeiði bæði heima og úti gerast alt rúmari. Hava tey ungu fleiri arbeiði at velja í, verður torført at fáa tey á fiskavirkið at arbeiða.
Fyri fiskavirkisframleiðsluna kann tað tí gerast ein trupulleiki, at ungu konufólkini útbúgva seg, meðan tað opnar ein heilan heim av møguleikum fyri ungu genturnar sjálvar.

Sjálvvirkandi máttir
Ein avgerandi orsøk til at lønargongdin er á veg uppeftir er, at allar fortreytirnar eru til staðar til tess. Avlopið á gjaldsjavnaroknskapi okkara hesi seinastu 10 árini upp á eina miljard um árið verður í dag fatað sum eitt greitt tekin um, at her her rásarúm fyri størri nýtslu og fleiri íløgum, uttan at útflutningsframleiðslan nýtist at fylgja við.
Fyrstu árini eftir kreppuna var eingin, sum leit á, at hendan gongdin fór at standa við, men sum frá hevur liðið, hevur tað heilt greitt víst seg, at rúm er fyri størri nýtslu. Spurningurin var meira, hvør ið fór at fáa mesta partin av henni.
Fyrstu tríggjar mánaðarnar í fjør helt eg framløgu fyri Sjálvstýrisflokkinum, Tjóðveldisflokkinum og enntá eisini fyri øllum arbeiðsgevarafeløgunum, sum fyrireikaðu seg til sáttmálasamráðingarnar. Boðskapurin var, at áhaldandi avlopið á gjaldsjavnaroknskapinum fór at føra til kapping um at brúka pengarnar, sum vístu seg at vera til avlops. Kappingarneytarnir eru hesir:
<sum$?$end$!$ Landskassin, sum við vaxandi nýtslu til fyrisiting og vaxandi útreiðslum til íløgur og sosial mál kann brúka meira fólk og hava hall á roknskapinum.Landskassin kann eisini geva skattalættar til borgararnar at brúka.<BR><sum$?$end$!$ Løntakararnir, sum fara at leggja størri dent á lønarvøxtur, fyri at fáa part av tí gagni, sum í løtuni fer til peningaútflutning.<BR><sum$?$end$!$ Fyritøkurnar, sum kunnu troyta Landskassan eftir studningum av ymsum slag, so at vit fáa hildið nøkrum útflutningsvirksemi gangandi við halli og brúkt tilfeingi inoptimalt.<BR>Ikki var hetta beinleiðis nakar spádómur, tí meginparturin av tillagingini var longu farin í gongd.
Heldur ikki er hetta nøkur genial observasjón, tí í veruleikanum er eingin annar møguleiki, tá avlopið á gjaldsjavnaroknskapinum er ein miljard um árið í 10 ár og nettoognin uttanlands vexur ár undan ári.


Hermann Oskarsson