Hermann og Svenn og gamlar landaplágur

Í sambandi við, at Svenn Brimheim hevði verið 70 ár tann 23. februar í ár, verður fløga nú givin út, har Svenn og Hermann Jacobsen syngja og spæla. Talan er um tríggjar fløgur í eini boks við einum bóklingi upp á 36 síður. Hetta eru stuttligar vísur, sum Tummas Napoleon Djurhuus, Finnbogi Ísakson, Suni Jacobsen, Oskar Hermannsson, Georg L. Samuelsen og onnur yrktu til V4 um politikarar og kend fólk annars.

Hermann Jacobsen og Svenn Brimheim hava gjørt vart við seg á hvør sínum øki, Svenn sum gittarúrmælingur og Hermann sum góður vísusangari. Teir munnu vera tveir av okkara bestu sangarum og tónleikarum.

Hermann sang nógvar tættir í V4, og Svenn spældi undir hjá honum og teir báðir góvu tættunum ein heilt serligan dám.