Herman Oskarsson vil ikki stilla upp

Á fyrsta uppstillingarfundi hjá Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag var Herman Oskarsson í uppskoti til valevni til løgtingsvalið, men hann tekur ikki av.

Hóast Herman Oskarsson hvørki var við a fundi ella limur í Tjóðveldisflokkinum, var hann eitt av uppskotunum til valevni hjá Tjóðveldisflokkinum til løgtingsvalið.
Herman segði við Sosialin, at hann var ovurkløkkur, tí hann ikki var uppi í partapolitikki.
Kortini vildi hann brúka tveir dagar at hugsa seg um í.
- Eg havi nú avgjørt, at eg stilli ikki upp fyri nakran flokk, sigur Herman Oskarsson.
Herman Oskarsson er formaður í Búskaparráðnum og stjóri á Hagstovu Føroya.