Republikanarin Herman Cain kunngjørdi í kvøld, at hann gevst við royndini at gerast forsetavalevni hjá tí republikanska flokkinum næsta heyst.
Fyri nøkrum fáum vikum síðani lá Herman Cain væl fyri í meiningakanningunum, men skuldsetingar um ótrúskap hava gjørt, at teir flestu veljararnir hava vent honum bakið. Tað seinasta av álitinum fór, tá ein kvinna boðaði frá, at hon hevur verið elskarinna hansara í 13 ár. Sjálvur sigur Cain, at hann kennir kvinnuna, men at hann hevur ikki havt nakað kynsligt samband við hana.
Politiskir eygleiðarar í USA siga, at Herman Cain hevði mist so nógv av sínari undirtøku, at tað var ógjørligt at venda gongdini. Hann hevði tí ikki annað í at velja enn at taka seg aftur, siga teir.