Amerikanski hermaðurin Robert Bales, sum skjeyt 16 sivilfólk í einari bygd har suðuri í Afghanistan herfyri, missist ikki hendingina. Tað sigur sakførari hansara, John Henry Browne, eftir at hann hevur tosað við Robert Bales í Fort Leavenworth-fongslinum í statinum Kansas.
Tann 38 ára gamli Robert Bales (myndin) er skuldsettur fyri at hava skotið 16 sivilfólk, teirra millum níggju børn og tríggjar kvinnur, tann 11. mars. John Henry Browne sigur við sjónvarpið CBS, at enn er ov tíðliga at siga nakað neyvari um hendingina og orsøkina til hana. Hann avsannar leysasøgur um, at Robert Bales var ávirkaður av rúsdrekka, og at hann hevði trupulleikar í hjúnarlagnum. Hann og konan, Karylin, hava verið gift í fimm ár oh eiga tvey børn.
Robert Bales fór upp í amerikanska herin aftan á yvirgangin tann 11. september í 2001. Síðani hevur hann verið særdur tvær ferðir.